Menn fyri fríum vali: Stuðulsskriv um abort

Eftir bert tveimum døgum hava 300 menn undirskrivað stuðulsskriv um, at kvinnan skal hava avgerðarrættin í spurninginum um abort. 

Stuðulsskriv: 

 

Undirritaðu menn taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi.

 

Vit viðurkenna, at tað krevur djúpa grundan at taka støðu til abort.

 

Endaligu avgerðina eigur hon, sum tá ið av tornar ber kropsligu avleiðingarnar av at gerast við barn; sama, um úrslitið verður abort ella barnsburður.” 

 

Leinki til undirskriftsinnsavnan: https://chng.it/chZkPdWs9L

 

Uppskotið um at geva kvinnuni avgerðarrættin um abort fram til endan av 12. viku hevur fyrstu viðgerð í tinginum í morgin. 

 

Hildið verður fram at savna undirskriftir, so leingi sum uppskotið er til viðgerðar. 

 

Tað eru Paul Kjartan Matras og Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum í samstarvi við aðrar menn hava tikið stig til at savna undirskriftirnar.