Fyri Løgtingið, landsstýrið og kommunurnar er týðandi at kunna meta um búskaparvøksturin næstu árini og um inntøkuvøksturin í samfelagnum sum heild.
Hetta hevur millum annað týdning í sambandi við fíggjarlógina hjá landinum og í sambandi við fíggjarætlanir hjá kommununum. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið mett um búskaparligu avleiðingarnar av Covid-19.
Høvuðsniðurstøðurnar eru:
Óvissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum
Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021
Búskapurin kann minka 3-10% í 2020, møguliga heldur minni í 2021
Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020 og nakað minni í 2021
Landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum