Miðflokkurin forðaði ”sammóður” málinum og rindaði prísin fyri tað!

Í eini heldur ófantaligari og óvirðiligari valgrein viðgerð vinur mín av Økrum Miðflokkin. Hann ger tað á ein annan hátt, enn eg havi hoyrt hann tosað áður, og tað harmar meg. Men eg havi hoyrt hesar pástandir frá øðrum, og at teir eru framleiddir við einans endamáli, at royna at ávirka ”ávísar” veljarar til ikki at velja Miðflokkin.

 

 

 

Pástandurin er m.a., at Miðflokkurin svíkti í ”sammøður”málinum. At vit skuldu havt tikið okkum úr samgonguni, verði rýmdir av skútuni, tá hetta málið var tikið frá mær.

 

 

 

Júst í ”sammøður”málinum prógvaði Miðflokkurin sítt stóra virði!

 

 

 

At vit stóðu fastir, at vit ikki rýmdu, kostaði mær sessin! Vit rindaðu prísin fyri at halda fast við virðini! Men tað forðaði fyri, at tað í kirkjubókunum framyvir fór at kunna lesast, at ein móður er pápi.

 

 

 

Vit kundu valt hálu loysnina, gjørt sum onkur annar, tikið landsstýrisfólkið úr samgonguni og sett ein annan ístaðin. Men tað hevði verið at svikið veljarar okkara- og sakina, í einari neyðarsligari roynd at hildið fast við maktina.

 

 

 

Men tað gjørdu vit ikki!

 

 

 

Vit valdu at rinda prísin! 

 

 

 

Tað kostaði flokkinum samstarvið og mær eina persónliga eyðmýking.

 

 

 

Men vit meta og vænta, at tað er hetta, veljarar okkara vænta av okkum. Tí gjørdu vit tað!

 

 

 

Um vit meta rætt fer úrslitið av valinum 8. desembur at vísa.

 

 

 

Vit hava álit á veljarum okkara, at hesir ynskja ein flokk, sum heldur fast við virðini.

 

 

 

Jenis av Rana

 

Formaður Miðfloksins