Miðvís útveitingar ætlan av kommunalum tænastum, vantar.

Felagsskapur okkara sum eitur Tórshavnar kommuna, eigur bert at hava fólk í starvi, fyri at tæna borgarum sínum á teimum økjum, sum ikki loysir seg fíggjarliga privatum at røkja. Men sum borgarin í kommununi kortini krevur at fáa.

Kommunan eigur tí bert at hava fólk í starvi til at røkja kjarnumál hennara, sum eru:

 

Kommunala umsitingarøki

Barnaansingarøki

Skúlaøki

Eldraøki & heimatænastan

Mentanarøki

Vatn tænastuøki

Ítrottarøki

Sosialaøki

Brennistøðin 

Brandstøð

Lækna og tannlækna øki

Tey tænastuøki sum Tórshavnar kommuna í dag røkjur, men sum ikki eru nevnd her, eru í bólkinum sum kunnu hugsast, at vera útveitt.

 

Bogi í Gil, valevni hjá Fólkaflokkinum