Minningarorð: Babba er farin

Tað er við sorg at boða frá, at babba, Andrew Severin Jensen, mánadagin andaðist í heiminum, 87 ára gamal.

 

Í gjár var jarðarferðin úr Filadelfia, har stór mannfjøld var møtt upp at minnast hann.

Babba var eitt fevnandi menniskja og fyrikomandi, so tað kom ikki óvart, at øll hesi komu.

Eg minnist hann fyri ein góðan og fevnandi pápa, sum altíð vildi seta meg til ymiskt, sum eisini hevur verið sera góð barlast gjøgnum lívið.

Í sínum formansstarvi hjá Danberg & Sørensen (áðrenn Danberg & Joensen), plagdi hann altíð at siga við meg, tá summarferia var, at hann hevði eitt starv til mín, so eg slapp at føra gravimaskinu, byggikrana, hanga á kuplunum á Sornfelli og mangt annað.

Tað lá babba tætt at hjarta at hjálpa, so tá hann ein dagin kom til mín og segði, at hann hevði funnið mær lærupláss á Snikkaravirkinum í Grønlandi, bar hetta júst boð um hansara nærveru og kærleika.

Hann hevði eina sera sterka og málrættaða gudstrúgv, sum eg eisini bleiv mintur um, tá hann andaðist, at hann hevði tikið dagliga mannakornið og lisið í bíbliuni.

Hetta hevur verið trygg vón og góð barlast í lívinum, tí eg eri vaksin upp við tí, at vit skulu seta okkara álit á Harran.

Babba hevði hetta álitið og hesa grundfestu stevnuna, at hann ein dag skuldi síggja sín Frelsara, sum hann nú er hjá.

Eg vil minnast babba, fyri at vera tann kærleiksfulla og fevnandi persónin, sum eg havi so nógv at takka fyri!

Hvíl í friði.

Sonur tín,

Fríðálvur A. Jensen