Minningarorð um mín kæra vin, Eivind Warberg

Skjótt tvey ár eru liðin, síðani mín kæri og trúfasti vinur ígjøgnum 25 ár, Eivind Warberg, læt lív, tá ið hann, sum so mangan áður, var farin ein svimjitúr á sjónum ein vakran summarmorgun.

Eivind var ein framúr góður svimjari, og hann svam fleiri avbóðandi teinar á sjónum, eitt nú úr Havn til Nólsoyar og úr Koltri í Hest. Eivind stórtreivst við avbjóðingum yvirhøvur, og hann hevði ein tørv á at kenna seg at vera á lívi. Ella rættari er kanska at siga, at Eivind var so ómetaliga nógv á lívi. Hann livdi hvønn einasta dag, og hetta speglaðist bæði í hansara sera virkna lívsstíli og í mun til, hvussu hann samskifti við fólk. Eivind samskifti opið, ekta og erliga, og honum dámdi at samskifta við øll. Eivind fekk eisini tey hann samskifti við at kenna seg á lívi, so tað sigur seg sjálvt, at hann hevði eitt ótal av vinum og kenningum.

 

Eg var so heppin at vera ein av hansara allar nærmastu vinum í mong ár, og í summum tíðarskeiðum sóust vit nærum dagliga. Sjáldsama ríka persónligheitin hjá Eivind gjørdi hann eisini til ein sjáldsama góðan vin. Eivind var ein trúfastur vinur og ein stuðlandi vinur. Hann var bæði djúpur og skemtingarsamur, ja, hann var óivað ein vinur, sum ofta bert verður droymt um. Eftir at Eivind doyði, er tað vorðið enn týðiligari fyri mær, hvussu heppin eg var at hava ein tílíkan vin í mínum lívi, og eg kenni eitt stórt takksemi.

 

Eivind og eg vóru ung, tá ið vit komu at kennast, og vit vóru lívsvitni hjá hvørjum øðrum ígjøgnum 25 ár. Eivind hevði eisini ein týdningarmiklan leiklut í lívinum hjá mínum børnum, og tey hava notið mangar góðar løtur saman við honum.

 

Hóast Eivind og eg væntaðu at fylgjast sum vinir til vit gjørdust gomul, so skal tað ikki skerast burtur, at vit javnan høvdu samrøður um lívið og deyðan, og eg haldi hvørgin okkara tók tað sum eina sjálvfylgju, at man verður gamal.

 

Tíverri gjørdist Eivind bert 45 ár. Ein lítil uggi, tá ið Eivind doyði var, at hann tyktist at vera lukkuligari enn nakrantíð áður hesa tíðina. Um somu tíð nívir tað eisini eyka nógv at hugsa um júst hetta.

 

Eivind og unnustan ígjøgnum mong ár, Maibritt, høvdu stutt síðani fingið annað barnið, dóttrina Emmu, ið varð doypt eina viku, áðrenn Eivind doyði. Sonur teirra, Elibert, ið er guðsonur mín, var tá 3 ára gamal. Á myndum frá dópinum sæst, hvussu eydnusamur Eivind var saman við síni Maibritt og børnum teirra henda dagin.

 

Eisini arbeiddi Eivind sum skurðlækni í Norra, og hann hevði ætlanir um at fara undir eina Ph.d.-verkætlan innanfyri stutta tíð. Hann hevði longu givið út fleiri vísindaligar greinar í altjóða medisinskum tíðarritum.

 

Tað kemst ikki uttanum, at djúpasta sorgin liggur í sannroyndini, at Elibert og Emma ikki koma at kenna sín heilt serliga, eldhugaða, vituga og vinarliga pápa, ið spjaddi lív og lívshug rundan um seg. Eg eri tó ikki í iva um, at bæði Maibritt, foreldur, verforeldur, systir og svágur Eivinds greiða børnunum frá heilt serliga pápa teirra, so tey á tann hátt koma at kenna pápa sín og vera góð við hann og errin um hann.

 

Eg kundi skrivað nógv afturat um lívið hjá Eivind. Hvussu ævintýrhugaður hann var, hvussu familjukærur hann var, hvussu óræddur hann var, og hvussu sterka rættvísiskenslu hann hevði. Men eg velji at enda her við at lýsa frið yvir minnið um mín kæra vin, Eivind Andreas Warberg.

 

Og sólin rísur enn

 

Men hon er ei hin sama

 

Ókennilig og fjar

 

Bert viknandi gul glæma

 

 

 

Og mánin lýsur enn

 

Men hann er ei hin sami

 

Hómast kámt á himli

 

Men har er onki dæmi

 

 

 

Og verðin melur enn

 

Men ikki sum hon plagar

 

Tí ljós títt ikki lýsur

 

Á okkar´nátt og dagar

 

 

 

Sigri M. Gaïni