Minningarorð um Páll Vang

Páll Vang er farin um sýn. Eftir eina langa og strævna sjúkralegu hevur hann fingið frið. 

 

Fyri Páll broyttist og endavendist lívið 3. jóladag 1999, tá álvarslig sjúka rakti hann - og hetta hendi knappliga sum ljós frá klárum himni. Frá at vera ein framfúsin maður, virkin familjumaður og borgarstjóri á Tvøroyri, broyttist hetta til ein kamp fyri at yvirliva, og tá hesin partur varð vunnin, síðan yvir drúgva tíð at kempa seg aftur til vanliga gerandisdagin oglæra alt frá byrjan aftur. 

 

Spakuliga kom vitið aftur, minnið kom aftur, rødd og mál komu aftur - tó alt mátti lærast frá byrjan av. Men hóast nógv bleiv gjørt við uppvenjing í Danmark og seinni heima í Føroyum, so komu førleikarnir at ganga og røra seg, sum tú og eg kunnu, ongantíð aftur. 

 

Páll bleiv bundin at hjálp frá sínum kæru og heilsurøktarfólki,sum vóru um hann tey næstu 23 árini, til hann nú loksins ikki orkaði og vildi meira. Páll vildi sleppa heim til staðin, har hann var vísur í, at hann aftur kom at verða saman við sínikæru mammu, og pápa sínum, sum hann misti á heilt ungum árum.  

 

Mær untist at kenna Páll frá heilt ungum árum sum lærara áTvøroyri og var hann við okkum á floks-uttanlandsferð íNorra í 1976, saman við Elin og Sonju mostrini - ein sera góð og ógloymandi ferð fyri okkum næmingar, og ein ferð, sum mangan hevur verið á máli okkara millum.

 

Páll var lærari nøkur ár, men politikkurin hevði hansara stóra áhuga og var hann nógvu árini, fram til hann bleiv sjúkur,aktivur bæði í lands- og kommunalpolitikki. Í tíðarskeiðnum 1981-1985 var hann landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, í landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálum. Páll sat í Tvøroyrar býráð frá 1985-2000. Frá 1993-96 og 1997-2000 sat Páll sum borgarstjóri á Tvøroyri - hann gjørdist sum áður nevnt sjúkur á jólum í 1999. 

 

Páll var visjónerur og hevði stórar ætlanir fyri Tvøroyri og Suðuroynna. Hann var heitur forsprákari fyri at fáa eina framtíðar oljuútgerðarhavn á Drelnesi, og var eisini sjálvur kendi danski skipsreiðarin Mærsk McKinney Møller og vitjaði hann, fyri at kanna samstarvsmøguleikar og møguleikan at gera eina “supplybasu”.

 

Eg fekk tað privilegium at sleppa at verða vitjanarvinur hjá Páll seinastu árini og hittust vit javnan á Boðanesheiminum, har vit fingu mangt gott prát saman báðir. Vit vóru víða um -tosaðu um lívið, familju og felags vinir og kenningar, um miss og hørðu lagnuna altíð at vera bundin at øðrum, um vantandiuppvenjing og annars alt, sum rørdist í okkara samfelag og kring um heimin. Og ikki minst eisini um politikkin heima á klettunum, tí sum áður nevnt, hevði hann eisini verið politiskt áhugaður og verið landsstýrismaður.  

 

Páll var eisini skemtingarsamur og mangan komu stuttligar upplivingar og søgur frá honum frá fyrr av, sum vit báðir flentu at við tárum.

 

Hann var sera gløggur eygleiðari, hevði eitt sera gott minni og fylgdi væl við, hóast førleikar at flyta seg og kunna koma og fara har hann vildi, vóru púra skerdir, so var áhugin at fylgja við í tí, sum rørdi seg kring um, altíð har.

 

Tá mann er frískur og hevur sínar fullu førleikar, so er ilt at skilja, hvussu tað mann vera ikki at hava teir, og í okkara prátum komu vit eisini inn á, hvussu tað er, ikki sjálvur at kunna nakað, ikki at merkja fríheitina og tað at liva frítt og flyta seg og gera tað mann hevur hug og vilja til. Her var Páll realistiskur og gløggur, hann svaraði mær: “ .... Johan mann kann venja seg við alt - eisini hesa støðuna. Eg droymdi og vónaði at koma fyri meg aftur, men mátti ásanna, at so bleiv ikki, men so royna at tillaga alt og fáa sum frægast burturúr, men lætt er tað ikki .... tað eru eisini tungir dagar.”

 

Eg helt hetta vera sera rámandi sagt, tí hvat má tað ikki vera sera svárt ongantíð sjálvur at  kunna klemma síni nærmastu, tá tey klemma ein, at spæla við síni abbabørn, sleppa út á flot ella í náttúruna, ella at ferðast sum onnur kunnu - ja mann kann slettis ikki fyristilla sær hasa støðuna.

 

Sína lagnu bar Páll ógvuliga virðiliga og var hann so sera góður við og takksamur fyri sína familju, konuna Elin,døtrarnar Barbaru, Rakul, Honnu og Elisu og svigarsynir, abbabørnini øll, sum altíð vóru um hann og hann var so glaður fyri at sleppa at vera saman við teimum í øllum høpi. Páll var eisini so sera takksamur fyri vinir og kenningar, sum løgdu leiðina framvið og vitjaðu hann javnan og vóru við til at gera honum dagin góðan og lættari, tí sum hann eisini segði: “.... Tað er lætt at føla seg gloymdan og dagarnir eru drúgvir.”

 

Góði Páll, eg vil takka tær so inniliga fyri løturnar, fyri okkara góðu prát og tað, sum tú eisini gav mær - tað at mann skal seta prís upp á løturnar og hvønn dag mann livir, tí ongin kennir morgindagin. 

 

Nú hevur tú funnið æviga friðin, sloppin leysur úr likaminum og sálin er frí og farin heim til Jesuspápa, sum tú leit á. Eg ivist ikki í, at tú nú aftur loksins er saman við tínum kæru sum undan eru farin - nú er alt gott.

 

Eg vil enda við við lyftunum úr 23. Sálmi Dávids , sum Páll ikki ivaðist í hildu tá alt annað ikki helt.

 

HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

 

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

 

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum - fyri navns Síns skuld.

 

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

 

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

 

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

 

 

 

Hvíl í friði, góði Páll!

 

 

 

08.01.2023

 

Johan Dahl