Mjølnir fær ukrainska mótstøðu í Challenge Cup

Aftur í ár er Mjølnir við í CEV-Challenge cup. Hesuferð skal Mjølnir leika ímóti einum liðið úr Ukraina í oktober

Aftur í ár er Mjølnir við í CEV-Challenge cup. Hesuferð skal Mjølnir leika ímóti einum liðið úr Ukraina í oktober, skrivar Flogbóltssambandið. Í oktober í 2023, luttók Mjølnir í hesi kapping fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hólvaði hálendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til hálendska liðið, sum fótaði sær aftur.

 

Mjølnir skal í ár leika ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. - 10 oktober. Returdysturin verður so 15. - 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.

 

Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.