Móttøka fyri FM vinnarum í talvi

Seinnapartin í gjár var móttøka fyri telvarum úr Havnar Telvingarfelag, ið vunnu FM í einstaklingakappingini.

 

Luitjen Akselson Apol vann FM í meistarbólkinum. Elias Petersen vann almennabólkin. Lisa J.Xin vann unglingabólkin, sum tann yngsta nakrantíð.

 

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen,borgarstjóri, á, at framtíðini hjá talvítróttini er bjørt í Tórshavnar kommunu, skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.