Musikkstevnan verður í Fuglafirði í morgin

Fuglafjarðar Hornorkestur er vertur fyri árligu Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðiðdag, fríggjadagin 26. apríl klokkan 14.

Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Umframt tey føroysku orkestrini, verður eitt orkestur úr Danmark eisini við í ár. Konsertin verður hildin í nýggju hølinum í Fuglafjarðar Skúla, og kostnaðurin fyri konsertina er 100 krónur. Tó er tað ókeypis fyri børn og ung yngri enn 17 ár. Tey luttakandi orkestrini eru Fuglafjarðar Hornorkestur, Skanderborg Brass Band, Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, GHM, Sørvágs Tónleikarfelag, Kvinnuorkestri, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Ælabogin og Eiðis Ljómfelag

 

Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 58. í røðini.

 

Vit bjóða øllum vælkomnum til Musikkstevnuna í Fuglafirði.