Føroyskir svimjarar 12 heiðursmerki í Hafnarfirði

Ein hópur av 9 masterssvimjarum úr Havnar Svimjifelag er farin til Íslands at kappast í vikuskiftinum á árligu íslendsku masterstevnuni, Garpamót

Teir kappaðust í gjárkvøldi og vunnu sær hópin av heiðursmerkjum.

Kappingin er skipað í aldursbólkarnar: 25-29, 30-34, 35-39, osfr.

Heiðursmerkini á fyrsta stevnupartinum í gjárkvøldið vóru hesi:

Aksel Haraldsen silvur í 50 frí

Árni Winther gull og silvur í ávikavist 100 bringu og 50 frí

Erling Eidesgaard silvur í 800 frí

Eyðun Húsgarð gull og bronsju í ávikavist 800 frí og 50 frí

Jákup Enni bronsju í 50 frí

Jon Hestoy gull í 800 frí, 50 frí og 50 firvald

Sámal Olsen silvur í 800 frí

Í 4x50 frí (liðsvimjing) vunnu Aksel Haraldsen, Eyðun Húsgarð, Erling Eidesgaard og Jon Hestoy gull.

Teir kappast aftur í dag. 

##med2##

 

##med3##