Veðrið hevur verið av tí allar besta í dag - kanska eitt lítið sindur kalt, men turt, og í løtum hevur sólin sæð.
Tiltøkini byrjaðu stundisliga klokkan 10 í Trøðum og her varð hildið fram til umleið klokkan 16 seinnapartin.
Síðan flutti festivalurin yvir í bygdina á Sandi.
Her verður hildið fram til langt út á kvøldið við undirhaldi, mati og leskandi, og seinni í kvøld verður dansur í Virkinum.
Tá bilarnir vóru flestir um Sandarfløtt í dag, rakk røðin av parkeraðum bilin mest sum um allan fløttin og væl yvir móti Sandarbrekkuni.
Her eru nakrar myndir frá degnum - fyrst úr Trøðum og síðan nakrar myndir úr bygdini á Sandi.