14 HM-aktuel lið spældu venjingardystir í kvøld

Tað eydnaðist Noreg at vinna á Egyptalandi

Spania vann 32-18 (13-10) á Argentina

14 manslandslið í hondbólti, ið øll skulu kappast í HM-endaspælinum í Kroatia, Danmark og Noregi, dagarnar millum 14. januar og 2. februar spældu í kvøld venjingardystir.

 

Noreg vann ein fýramálssigur á sterka egyptiska liðnum, javnleikur millum Ungarn og Serbia, og stórsigrar til Spania og Frakland vóru millum úrslitini í kvøld.

 

Her eru úrslitini frá teimum sjey venjingardystunum:

 

Egyptaland-Noreg 29-33 (15-17)

 

Serbia-Ungarn 31-31 (16-15)

 

Frakland-Kekkia 37-28 (22-12)

 

Spania-Argentina 32-18 (13-10)

 

Japan-Tunesia 34-33 (19-16)

 

Kroatia-Norðurmakedonia 27-25 (13-14)

 

Póland-Eysturríki 31-19 (16-13)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Spania vann 32-18 (13-10) á Argentina