Netanyahu: Ísrael tilskilar sær rættin at taka kríggið uppaftur

- Ísrael fer at taka kríggið uppaftur, um tað verður neyðugt, og tað verður gjørt á nýggjar, máttmiklar mátar, segði Netanyahu í røðu síni.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (í bakgrundini, fimti frá høgru) leiddi í gjárkvøldið fundin í ísraelska trygdarráðnum, har vápnahvíldaravtalan við Hamas varð samtykt. - Mynd: Koby Gideon/Ritzau Scanpix

Ísrael gevst ikki við stríðnum í Gazageiranum, fyrr enn allir gíslar eru leyslatnir.

Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í eini fráboðan í sjónvarpinum í kvøld.

Og landið tilskilar sær "rættin til at taka stríðið uppaftur, um tað er neyðugt", leggur hann dent á.

Fyrsta stigið í vápnahvíldini við palestinsku Hamas-rørsluna er "fyribils", legði hann afturat.

Um annað stigið ikki gevur úrslit, stuðla bæði fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden, og komandi forsetin, Donald Trump, rættinum hjá Ísrael at taka bardagarnar uppaftur, sigur Netanyahu sambært Reuters.

- Trump forseti og Biden forseti hava givið fullan stuðul til rættin hjá Ísrael at taka bardagarnar uppaftur, um Ísrael metir samráðingarnar í B-stiginum vera til fánýtis.

- Um vit skulu aftur í bardaga, so gera vit tað á nýggjar, máttmiklar mátar, sigur Netanyahu.

Hetta er fyrsta almenna útsøgn hansara, eftir at vápnahvíldaravtalan varð gjørd eftir longri samráðingar.

Fyrr í dag segði ísraelski leiðarin, at Ísrael ikki "fer víðari við avtaluni" um vápnahvíld í Gazageiranum, fyrr enn stjórnin fær ein lista við nøvnunum á teimum 33 gíslunum, sum Hamas skal lata leysar í fyrsta umfari av avtaluni.

Enn er ikki greitt, hvat Netanyahu meinar við at "fara víðari" við avtaluni. Og tað viðgjørdi hann ikki í síni útsøgn í sjónvarpinum í kvøld.

Men tað kann merkja eina seinking í leyslatingini av bæði ísraelskum gíslum og palestinskum fangum, skrivar blaðið Times of Israel.

- Vit fara ikki víðari við avtaluni, fyrr enn vit fáa listan yvir gíslar, sum verða leyslatnir sum avtalað. Ísrael fer ikki at tola nakað brot á avtaluna. Fulla ábyrgdin liggur hjá Hamas, sigur Netanyahu í eini fráboðan.

Sambært avtaluni skal Hamas lata inn ein lista við nøvnum á gíslunum, sum skulu latast leysir, í seinasta lagi 24 tímar áðrenn teir verða leyslatnir.

Freistin var leygardagin klokkan 16:00 ísraelska tíð (14:00 okkara tíð).

Uttanríkisráðið í Egyptalandi boðaði fyrr leygardagin frá, at sambært vápnahvíldaravtaluni skal Ísrael lata yvir 1.890 palestinskar fangar leysar aftur fyri 33 ísraelskar gíslar.

Hetta verður sum partur av fyrsta stigi av avtaluni, sum skal vara í seks vikur, skrivar tíðindastovan AFP.

Netanyahu leggur í sjónvarpsrøðu síni leygarkvøldið dent á, at Ísrael ikki fer at taka nakran hermann úr Gazageiranum fyrstu seks vikurnar.

Egyptaland hevur saman við USA og Katar verið meklari millum Ísrael og Hamas.

Avtalan um vápnahvíld og leysgeving av gíslum, sum Hamas hevur í varðveitslu, varð í kvøld endaliga samtykt av ísraelsku stjórnini.

Hon er áður góðkent av máttmikla trygdarráðnum í Ísrael og av umboðum fyri Hamas.

Avtalan hevur við sær, at bardagarnir í Gazageiranum verða steðgaðir fyribils, og at ísraelskar herdeildir taka seg aftur.

Hon kemur í gildi sunnumorgunin klokkan 8:30 lokala tíð ella 6:30 okkara tíð.

 

/Ritzau/

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (í bakgrundini, fimti frá høgru) leiddi í gjárkvøldið fundin í ísraelska trygdarráðnum, har vápnahvíldaravtalan við Hamas varð samtykt. - Mynd: Koby Gideon/Ritzau Scanpix