Svøríki og Spania hava vunnið seg víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í dag vunnu bæði Svøríki og Spania aftur stórsigrar í innleiðandi bólki F í Bærum uttanfyri Oslo.
Tað haltaði hjá Svøríki í fyrra hálvleiki í dystinum móti Chile. Í steðginum var Svøríki bert á odda 20-19. Svøríki vann tó seinna hálvleik 22-11, og harvið dystin 42-30.
Gamli liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, Felix Möller gekk undan við at skjóta 10 mál fyri Svøríki.
Spania vann ein knúsandi 39-20 (20-11) sigur á Japan.
Chile-Svøríki 30-42 (19-20)
Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 7, Rodrigo Salinas 5,
Toppskjúttar Svøríki: Felix Möller 10, Albin Lagergren 8, Niclas Ekberg 5.
Spania-Japan 39-30 (20-11)
Toppskjúttar Spania: Abel Serdio Guntin 7, Petar Cikusa 6, Carlos Alvarez Dominguez 5.
Toppskjúttar Japan: Kota Nakata 4, Naoki Sugioka 3.
Skráin fyri bólk F:
16. januar: Spania – Chile 31-22 (17-13)
16. januar: Svøríki – Japan 39-21 (17-13)
18. januar: Spania – Japan 39-20 (20-11)
18. januar: Chile – Svøríki 30-42 (19-20)
20. januar: Japan – Chile, klokkan 17.
20. januar: Svøríki – Spania, klokkan 19.30.