Nýstovnaða Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag hevði sín fyrsta skipaða nevndarfund mánakvøldið 9. desember 2024. Nýggja nevndin er sera spent, nú flokkurin av álvara er farin at fyrireika seg til komandi løgtingsval.
Blandingin av royndu fólkunum í flokkinum saman við nýggjum kreftum, sum ynskja flokkinum tað besta sær longu sera lovandi út.
Á fyrsta fundinum greiddi Eyðun Mørkøre, sum er landsnevndarumboð, frá hvat var umrøtt á seinasta landsnevndarfundi, harundir spennandi ætlanirnar hjá flokkinum. Eisini var umrøtt hvussu nevndin kann verða sjónlig og arbeiða fyri at fáa fleiri fólk í Suðurstreymoy at gerast limir í flokkinum.
Kom við í spennandi tilgongdina at endurreisa Sjálvstýri.
TEKNA MEG SUM LIM – Sjálvstýri
Vegna Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag
Jóhan Marni Stenberg, formaður
Randi Meitil, næstforkvinna
Eyðun Mørkøre, skrivari