Niels hevur fingið nýtt lív

Hann er 55 kilo lættari, er sloppin av við fleiri lívstílssjúkur og er nýgiftur

44 ára gamli Niels Petersen av Tvøroyri fyllir ikki so nógv, sum hann plagdi. Fleiri munnu halda, at hansara eyðkendu frásagnir av fótbóltsdystum eru, sum tær plagdu at vera, men við mikrofonina situr ein broyttur maður.

 

Hann hevur tapt seg 55 kilo, hann er sloppin av við sukursjúku og aðrar hóttandi lívsstílssjúkur, hann hevur fingið meira orku og mót, og nú er hann giftur maður.

 

– Eg havi fingið eina heilt aðra tilveru. Ein lættari gerandisdag. Nú taki eg ongan heilivág longur. Sukursjúkan er burtur, blóðtrýstið, kolesterolið og onnur tøl eru innan fyri normalin. Eg kenni meg betur, og eg kenni meg frískan, sigur Niels Petersen við Sosialin um vikuskiftið.

 

Hann fekk fyri góðum ári síðani sonevnda gastric bypass skurðviðgerð í magan. Tá ið hann vigaði upp á tað mesta, vigaði hann 185 kilo. Nú er hann koin niður á 130 kio, og málið er at koma niður ímóti 120.

 

– Tað var ikki til stuttleika, at eg fekk hesa skurðviðgerðina. Tað var rami álvari. Tá hevði eg viðurkent, at eg mátti fáa hjálp til at fáa vektina niður. Eg var av álvara farin at merkja avleiðingarnar av nógvu vektini, eg arbeiddi ov nógv, og eg stúrdi fyri, at eg kundi koppa um, nær tað skuldi vera. Hevði eg ikki tikið stigið tá, eri eg vísur í, at tað hevði gingið heilt galið, sigur Niels Petersen við Sosialin.

 

##med2##

 

Farna vikuskiftið giftist hann við unnutuni Aud Billsdóttir Petersen.

 

Í dag er hann frásøgumaður til dystin millum HB og TB á Televarpinum.

 

Longri samrøðan við Nies Petersen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.