Høvdu góða lagið við sær í býin

Tað hevur ikki verið tað villa at gera hjá løgregluni í nátt, tó at sunnunáttin oftast er náttin, tá flest fólk eru í býnum.

- Vit hava havt eystanstevnu, og vit hava havt varmakeldu, og nógv fólk hevur verið í býnum, bæði í Havn og í Eysturoy, har tiltøk vóru.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at lagið á fólki sum heild hevur verið gott, og eingir stórvegis trupulleikar hava verið.

 

Stutt eftir midnátt varð tó ringt av einum skeinkistaði í Havn, har ein maður hevði verið heldur ólátaður og varð koyrdur á dyr. 

 

- Gjáramorgunin høvdu vit eisini eina hending í Klaksvík, har tey ringdu úr einum handli í býnum.

 

Vaktleiðarin sigur, at her var ein maður á gátt, sum uppførdi seg heldur ólátaður og fólk, sum vóru í handlinum, kendu seg ótrygg.

 

- Tá vit komu á staðið, var maðurin farin. Vit fngu tó fatur í viðkomandi, sum fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, veit løgreglan at siga í morgun.