Nógvar góðar konsertir á skránni í dag

Fríggjadagur á G! festivalinum, og Pætur sigur eitt sindur um, hvussu hansara festivalur er.

Tað sirmaði eitt sindur í gjár, men tað gjørdi einki, tí gott lag var kortini. Í Syðrugøtu hitti eg Pætur, sum situr í garðinum uttanfyri summarhúsið hjá familjuni, og vit práta eitt sindur um G! festivalin. Eitt sindur um dagin í gjár og um dagin í dag.

 

Tað góða við G! festivalinum er, at hitta góð fólk. Ofta heldur man, at tað ikki virkar sum um, at fólk fara á festival, men man verður altíð yvirraskaður yvir, hvussu nógv kortini eru. Sum Pætur sigur, so er tað altíð ‘the usual suspects’.

 

Pætur situr væl til rættis á einum tjaldingarstóli við einum tjógvi í hondunum og tuflum á fótunum. Gjárdagurin var góður við nógvum konsertum. At byrja við var ein góð konsert við Benjamin Rajani. Annars helt Pætur, at Saint Levant var ordiliga góður, og Lambrini Girls var sjúkt.

 

Hvat fert tú at gera í dag?

 

- Í dag havi eg verið niðri á sandinum. Vit hava svomið í sjónum og sitið í pottunum aftaná. Nú fara vit at eta um eina løtu, og so fara vit oman í Fjósið at uppliva Heysahorn, og aftaná tað verður loynilig konsert í Fjósinum. Tá tað er liðugt, fara vit niðan í húsið aftur at hava felagssang, og annars er ein rúgva av konsertum á skránni. 

 

- Í dag er tað serliga Marius Ziska, Høgni, 200 og Byrta, sum eg vænti verður ordilgia gott. Í morgin verður Annika Hoydal, tað verður eisini gott.