Nokk av pengum men stýring og raðfestingar mangla

Tórshavnar Kommunu hevur havt ein inntøkuvøkstur á 300 mió kr síðani 2020. Hon hevði tí kunnað framt stórar íløgur, uttan at tikið lán. Men tað kláraði sitandi kommunustýrið ikki. Tey hava gjørt íløgur fyri yvir eina milliard hetta valskeiðið OG skuldarbundið borgaran við fleiri 100mió krónum. 

Kortini liggur dagstovnaøkið í andaleypi, og ei heldur er nakað so grundleggjandi raðfest sum kloakkirnar í býnum.

Her má vend koma í, soleiðis at tær íløgur, sum komandi býráð setir ígongd verða fíggjaðar uttan lántøku.  Komandi býráð má tí taka ábyrgd av tí skuld, sum sitandi býráð hevur skuldarbundið borgaran í kommununi við; og rinda rentur og avdrøg av tí. Og so verður annars raðfest, sum ráðini eru. 

Tað snýr seg fyrst og fremst um at fáa skil á fíggjarstýringina og tryggja, at borgarin fær valuta fyri tann kommunuskatt, hann og hon rinda! At rinda stóran part av kommunuskattinum í rentum til bankarnar, bara tí man ikki dugdi at raðfesta, heldur ikki í longdini! 


Vel Fíggjarstýring! 

Vel Annitu á Fríðriksmørk