Norska manslandsliðið í hondbólti vísir góðan HM-form undan HM-endaspælinum, sum verður leikt í Noregi, Danmark og Kroatia millum 14. januar og 2. februar.
Ígjár vann Noreg 33-29 (19-17) á sterka liðnum úr Egyptalandi, og í kvøld vann Noreg stórsigur á Rumenia í dysti, ið var leiktur í Pabellón Ciutat de Castelló í Spania.
Noreg vann 37-25 á Rumenia í kvøld. Í steðginum var støðan 19-14 til Noreg.
Toppskjúttar hjá Noreg: Magnus Søndenå, Mario Matic, Kent Robin Tønnesen, William Aar, August Pedersen – 5 mál hvør.
Toppskjúttar hjá Rumenia: Daniel Stanciuc, Demis Grigoras og Calin Dedu – 7 mál hvør.
Skráin fyri HM-bólk E (bólkin hjá Noregi):
15. januar: Portugal – USA, klokkan 17.
15. januar: Noreg – Brasil, klokkan 19.30.
17. januar: Portugal – Brasil, klokkan 17.
17. januar: USA – Noreg, klokkan 19.30.
19. januar: Brasil – USA, klokkan 17.
19. januar: Noreg – Portugal, klokkan 19.30.