Norska heilsu- og umsorganarráðfrúan Ingvild Kjerkol legði fríggjadagin frá sær eftir mál um umfatandi ritstuldur.
Tað skrivar fleiri norskir miðlar, teirra millum NRK.
Á tíðindafundi fríggjamorgunin segði norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støri, at hann er komin til, at hon eigur at leggja frá sær sum ráðfrú.
– Fyri at heilsu- og umsorganarráðfrúan kann virka væl, er álit avgerandi. Eg er veruliga keddur av hesi avgerð, segði hann.
Tað eru funnir fleiri líkheitir í kandidatritgerð hennara frá 2021 og fyrrverandi uppgávum, sum hon hevur gjørt við samlesandi.
Við støði í hesum byrjaði Nord Universitet, har Kjerkol hevur lisið, at kannað ritstuldur-ákærurnar.
Hon hevur fleiri ferðir sagt seg vera óseka. Men hósdagin varð greitt, at kandidat-ritgerðin varð avvíst. Og tað er av teirri orsøk, at Jonas Gahr Støre heldur tað vera neyðugt, at hon leggur frá sær sum ráðfrú.
Kjerkol sigur sjálv á tíðindafundi fríggjadagin, at nevndin, sum hevur kannað kandidatritgerð hennara, hevur víst aftur kandidatin, tí »skrivligu líkheitirnar eru at meta sum at snýta við vilja«.
Hon vísir aftur, at hon tilvitað hevur plagierað ella snýtt við uppgávum sínum.
– Sjálvt um tað nívir meg, at tað ikki verður trú tí, sum eg sigi, so mugu vit fyrihalda okkum til, at nevndin hevur eina aðra fatan, sigur Kjerkol.
Í avgerðini, sum NRK hevur, sæst, at ritstuldurin er so umfatandi, at tað kann ikki vera hent, uttan at høvundurin hevur vitað tað.
Kærunevndin á Nord Universitetinum, sum hevur víst aftur kandidatritgerðini hjá Kjerkols, skrivar, at tað í nøkrum førum kann vera gjørligt at missa yvirlitið yvir keldurnar, men tað er ikki tað, sum er hent her.
– Stýrið er soleiðis komið fram til, at Kjerkol tilvitað hevur snýtt, stendur í avgerðini.
Nevndin hevur í gjøgnumgongdini av ritgerðini hjá Kjerkol funnið kopieraðan tekst í 43 prosentum av uppgávuni.
/ritzau/