Norska kvotan minkar tó at tað er fult av hýsu

Norskur skipari spyr, um fiskifrøðingar leita eftir fiski á røttu leiðunum, tá myndin, sum fiskifrøðin ger sær av støðuni, ikki er hin sama, sum fiskimenn síggja á havleiðunum.

Staðfestar eru ógvuliga stórar nøgdir av hýsu í havøkjunum úr Røst í Noregi og norðureftir. Hýsa er eisini á øðrum leiðum enn áður. 

 

Tað sigur norski skiparin, Pål Roaldsnes á trolaranum, Synes, við norskar miðlar og millum miðlarnar, sum endurgeva skiparan, er www.kystmagasinet.no.

 

Hýsukvotan hjá trolaranum er nærmast uppfiskað, og henda vertíðin hevur verið merkt av góðum fiskiskapi og stórum hálum úr Røst og norðureftir.

 

- Nú noyðast vit at brúka tað, sum eftir er av hýsukvotuni, sum hjáveiði seinni, sigur skiparin.

 

Pål Roaldsnes óttast fyri, at hýsan fer at blanda seg upp í toskin, og tá kann hjáveiðan av hýsu gerast ein trupulleiki, tí so lítið er eftir at kvotuni.

 

Í ár eru kvoturnar fyri bæði tosk og hýsu í norskum sjógvi minkaðar við 20 prosentum, tí fiskifrøðingar halda, at stovnarnir eru smærri enn áður.

 

##med2##

 

Tí spyr norski skiparin, um fiskifrøðingar leita eftir toski og hýsu á røttu leiðunum, tá myndin, sum fiskifrøðin ger sær av støðuni, ikki er hin sama, sum fiskimenn síggja.

 

Ein annar norskur skipari, Egil Skarbøvik á trolaranum, Ramoen, fiskar í løtuni tosk á Tromsøflaket, sum norðmenn rópa leiðina.

 

Teir vórðu lidnir við hýsukvotuna á seinasta túri, og eisini Egil Skarbøvik sigur, at nógv hýsa hevur verið at fingið. Hann er tó meira varin í sínum útsagnum enn fyrrnevndi skipari.

 

Skiparin á Ramoen vísir tó á, at tað hevur verið stór tilgongd av hýsu, og hann sigur seg ikki duga at síggja nakra afturgongd, men heldur, at minkingin av hýsustovninum er steðgað.

 

 

 

- Vit hava ongantíð sæð so nógva hýsu áður, sigur norski skiparin, Pål Roaldsnes.