Nú er leiguprísurin í Skálavík ásettur

Í íbúðunum eru trý kømur, og her er terassa, bilskýli og goymslurúm - ella 144 fermetrar tilsamans.

Mark, sum hevur bygt 10 leiguíbúðir í Skálavík, hevur nú ásett, hvør leiguprísurin fyri íbúðirnar verður.

 

Onkur hevur gitt, at leiguprísurin kanska fór at liggja um einar 12.000 krónur um mánaðin, men soleiðis verður tað ikki.

 

Leiguprísurin fyri íbúðirnar, sum eru væl egnaðar til eina familju, er nevniliga ásettur til 9.600 krónur um mánaðin.

 

Íbúðirnar standa nú lidnar, og nú skulu gerast ymiskir snøklar uttanfyri, sum eitt nú snøgging og asfalttering.

 

Í íbúðunum eru trý kømur, og her er terassa, bilskýli og goymslurúm - ella 144 fermetrar tilsamans.

 

Á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu verður sagt soleiðis:

 

- 9.600 krónur fyri 144 fermetrar - og so nær Havnini, er væl sloppið. Vit ynskja Mark tillukku, verður lagt aftrat.

 

Depositum fyri at leiga íbúðirnar í Skálavík er tvær ferðir leiguna í ein mánað.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Útsýnið úr nýggju íbúðunum er fantastiskt, og íbúðirnar liggja væl við vegin í ovara borð.