Nú er løgmaður eisini vorðin abbi

Børnini – komandi ættarliðini – eru høvuðsábyrgdin hjá okkum. Tí skulu vit varðveita góða og trygga samfelagið

Uum nýggju ættarliðini skulu trívast í Føroyum, so skulu familjurnar hava bestu fortreytir. Hjá teimum felstu hevur tað nógv at siga fyri trivnaðin, at familjurnar hava tað gott.

 

-Eg eri fegin um, at vit hava longt barnsburðarfarloyvið fýra vikur, so at foreldur nú kunnu vera um barnið í eitt heilt ár. Hetta er besta byrjanin, vit kunnu hugsa okkum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Løgmaður segði, at hóast umstøðurnar eru góðar, so rakar lagnan ójavnt og trupulleikar eru á vegnum.

 

Til dømis rakar tað hart, tá ið foreldur fara hvørt til sín, men í løtuni verður lógin um foreldramyndugleika endurskoða. Løgmaður sigur, at allar avgerðir skulu takast til barnsins besta. Teirra rættindi skulu skulu styrkjast og lurtast skal eftir børnunum.

 

Í hesum parti av røðuni nevndi løgmaður eisini, at ikki ber til at verja børnini móti øllum, men at tí er umráðandi at vit hava skipanir, sum so hjálpa børnum og ungum.

 

Hann nevndi bæði sálarligan ampa og rúsevnir og boðaði frá, at ein heildarætlan um at fyribyrgja rúsevnum er á veg og at hon skal greina hvussu vit kunnu lofta ungum, sum eru á veg í trupulleikar.

 

Komandi ættarlið eiga vit at taka okkum væl av:

 

- Hetta summarið gjørdist eg abbi fyri fyrstu ferð. Tað er stórt at síggja, hvussu lívið heldur fram, og hvussu ættarlið leggjast afturat, segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni.