Trump: - Putin oyðileggur Russland

- Eg haldi, at hann oyðileggur Russland við ikki at gera eina avtalu um frið, segði Donald Trump við tíðindafólk í gjár eftir innsetanina sum nýggjur amerikanskur forseti

 

Donald Trump er avmyndaður undir einum fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin, í 2018

Stutt eftir, at hann var innsettur sum amerikanskur forseti, var Donald Trump harður í sínum atfinningum at russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

Donald Trump heldur, at russiski forsetin átti at gjørt eina friðaravtalu við Ukraina, veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.

 

- Hann eigur at gera eina avtalu. Eg haldi, at hann oyðileggur Russland við ikki at gera eina avtalu, segði Donald Trump við tíðindafólk, tá hann kom í Hvítu Húsini eftir innsetanina.

 

Donald Trump segði í fjør, at kríggið millum Russland og Ukraina "rópar" eftir at verða av avklárað, og hann segði seg vilja tosa við bæði londini fyri at umgangast ein triðja heimsbardaga.

 

Í gjár ynskti russiski forsetin, Vladimir Putin, Donaldi Trump tillukku við innsetanini sum forseti.

 

Á einum fundi í russiska trygdarráðnum í gjár segði Putin seg vera opnan fyri samrøðum við Trump-umsitingina. Hann segði seg eisini vóna, at tað verður ein "varandi friður" undir forsetaskeiðnum hjá Donaldi Trump.

 

- Nú ræður um at loysa sjálva støðuna, og málið eigur ikki at vera ein stuttfreistað vápnahvíld, men ein varandi friður, sum byggir á virðing fyri øllum lógligum áhugamálum hjá fólkinum, segði Vladimir Putin.

 

Russiski forsetin legði aftrat, at sjálvandi fer Russland at stríðast fyri áhugamálunum hjá russiska fólkinum.

 

 

 

 

 

Donald Trump er avmyndaður undir einum fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin, í 2018