Hóast eg við einum øðrum lesarabrævi setti fokus á starvið hjá lærarum, merkir tað ikki, at eg havi minni virðing fyri starvinum hjá námsfrøðingum.
Dagliga síggi eg týdningarmikla arbeiði, ið námsfrøðingar gera í skúlanum. Tá tað kemur til teir næmingar, ið ikki megna tað vanliga skúlatilboðið men eru knýttir at øðrvísi tilboði í skúlanum, har námsfrøðingar og lærarar eru saman um børnini, upplivi eg ofta, hvussu júst hetta arbeiði kann verða trupult og eyka krevjandi fyri allar partar.
Eg síggi fleiri og fleiri børn sum stríðast í fólkaskúlanum og tí er alstórur tørvur á fakligheitini hjá námsfrøðingum. Men ein námsfrøðingar í fólkaskúlanum kann bert fáa niðursetta tíð, lønin er lág og somuleiðis er fyrireikingartíðin alt ov lítil.
Arbeiðið hjá námsfrøðingum hevur týdning fyri trivnaðin og menningina hjá næmingum og kann somuleiðis ávirka soleiðis, at næmingarnar megna at verða verandi í vanliga skúlatilboðnum og tí eiga vit at vísa námsfrøðingum í fólkaskúlanum størri virðing.
Sára Gullfoss
Valevni hjá Javnaðarflokkinum