Hósdagin í farnu viku lat Café Sólja upp í Tjørnuvík. Kafein liggur í sera hugnaligum umhvørvi, og er at síggja beint sum tú kemur til bygdina. Café Sólja er sera hugnalig og hevur eitt ótrúliga vakurt útsýni oman á sandin og yvir á Risan og Kellingina. Aftur við einum drerkkamunni bjóðar Reidunn tær góða og heimagjørda køku, sjokuláta ella pannukøku. Skalt tú ein fjallatúr ella bara hevur hug til ein væl smakkandi sandwich vid tær víðari, er eisini møguligt at fáa hann innpakkaðan.
Tað eru hjúnini Reidunn og Ingi, sum eiga Café Sólju. Reidunn kemur at verða dagligur leiðari.
Á facebook síðuni hjá Café Sólju, kanst tú lesa meira og síggja nær opið er.
Sunda kommuna ynskir Reidunn og Inga hjartaliga tillukku og blíðan byr við Café Sólju, skrivar sunda.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja.
##med2##