Nýggj gransking um hval í Arktis og Norðuratlantshavi

Stór nýggj granskingarverkætlan um grindahval og springarar skal eftir ætlan stimbra undir burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi

Í verkætlanini verða arvaeginleikarnir hjá grindahvali, skjórutum springara og kjafthvítum springara kannaðir. 

 

Høvuðsendamálið er at kanna, um tað er ein stovnur ella fleiri av hesum hvalasløgunum í Arktis og Norðuratlanshavi. 

 

Eisini verður hugt eftir ferðingarmynstrinum hjá hvalasløgunum, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunna hava havt á tey, og hvat hetta kann hava at siga í longdini. 

 

Ætlanin er, at úrslitini skulu brúkast í burðardyggari umsiting av hvali í Arktis og Norðuratlantshavi.

 

Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi og verður umsitin av Fróðskaparsetri Føroya, Grønlands Naturinstitut og Københavns Universitet. 

 

Eitt stórt samstarv er um hesa verkætlanina, har Havstovan og 10 útlendskir stovnar eisini eru við.