Nýggj nevnd í Huxa

Farna árið hevur nevndin í Huxa verið virkin við ymiskum tiltøkum, túrum og lesarabrøvum. Vit hava í dag eitt virkið ungmannafelag við nógvum góðum limum. Hesir limir eru grundarlagið fyri okkara virksemi og eru vit sera takksom fyri tað.

 

Formaðurin seinasta árið, Rói Johannesen, valdi ikki at taka við afturvali, men vit gleðast um, at Rói heldur fram í nevndini sum kassameistari.

 

Nýggjur formaður er Rúni Reginsson Hammer, sum hevur verið kassameistari seinasta árið.

 

Nýggja nevndin og tiltakslimir í Huxa eru hesi:

 

Rúni Hammer, formaður, Hoyvík

 

Maria Müller, næstforkvinna, Klaksvík

 

Rói Johannesen, kassameistari, Kaldbak

 

Eyðstein Zachariasen, skrivari, Streymnes

 

Oddur Norðberg, nevndarlimur, Hvalba

 

Jessica Cazabon Celibashi, tiltakslimur, Tórshavn

 

Vanta á myndini: Fríði Leitisskarð, tiltakslimur, Hoyvík

 

Olaf Olsen Sundstein, tiltakslimur, Søldarfjørður

 

 

 

Nevndin gleðir seg at fara til verka og sær fram til eitt spennandi ár, har fleiri av okkara limum fara at bjóða seg fram til kommunuvalini runt landið, sum verður í heyst, verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.