Putin verður alt meira frá sær sjálvum

- Tað eru prógv fyri, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin

Suðurkorea vildi herfyri vera við, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi.

 

Landið vildi vera við, at Norðurkorea hevur sent upp í 1500 nýggj herfólk til Russlands, og at ætlanin er at senda millum 10.000 og 12.000 herfólk aftrat.

 

Í gjárkvøldið vistu tey í Hvítu Húsunum at siga, at í minsta lagi 3000 norðurkoreansk herfólk longu nú eru í Russlandi.

 

Sagt verður, at herfólkini í løtuni fáa hernaðarvenjing, áðrenn tey verða send á hermótið í Ukraina at berjast á russiskari síðu.

 

- Fara norðurkoreansk herfólk inn í Ukraina, vísir tað, at Russland verður meira og meira frá sær sjálvum, siga tey í Hvítu Húsunum.

 

Í Hvítu Húsunum verður lagt aftrat, at norðurkoreansk herfólk fara at gerast "friðleys" í Ukraina, um tey fara í kríggið.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, endurtók í gjár, at tað eru prógv fyri, at norðurkoreansk herfólk eru í Russlandi.

 

Millum útlendsku miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, er eitt nú www.dagbladet.no

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/make-russia-small-again-gjoerdist-ov-nogv-fyri-russar