Nýggjar loysnir eru neyðugar á bústaðarøkinum

Ein av størstu avbjóðingunum í Tórshavnar Kommunu er stóra bústaðarneyðin. Vit vilja búgva her, men tað má vera møguligt at búgva her!

Fyri at lætta um stóra íbúðartørvin í Tórshavnar kommunu, er alneyðugt við nýbygging av íbúðum til leigu og til keyps. Men bústaðartørvurin er somikið stórur, at vit kunnu ikki bert seta okkara álit á nýbygging. Vit skulu eisini vera betri til at gagnnýta teir bygningar og hús, sum standa tóm og kundu hýst fleiri húskjum.

 

Vit mugu hugsa í nýggjum loysnum og øðrvísi mátum at útvega fleiri bústaðir í allari kommununi. Familjumynstrið er í broyting, og í umleið helvtini av øllum húskjum búgva ein ella tveir persónar. Útbyggingarnar skulu vera umhvørvisliga- og sosialt burðardyggar. Tí mugu vit byggja øðrvísi, við náttúrufyriliti og fjølbroyttari, soleiðis at bústaðirnir í størru mun hóska seg til føroysku húskini.

 

Tórshavnar kommuna skal vera fjølbroytt

 

Tað skal vera møguligt at búgva her, frá vit eru smá børn til vit gerast gomul. Tað merkir, at vit skulu hava fjølbroyttari bústaðir, soleiðis at øll kunnu vera við í bústaðarmarknaðinum, óansæð lívsstøðu og fíggjarliga orku. Vit skulu hava fleiri lestrarbústaðir, eldrabústaðir, lutaíbúðir og bústaðir, sum vanliga fólkið hevur ráð at búgva í. Tørvur er eisini á fjølbroyttari bústøðum í bygdunum í kommununi.

 

Kommunan skal luttaka nógv meira aktivt fyri at fáa hetta til veruleika. Sum eitt tað fyrsta, sum komandi býráð skal undir er at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag saman við Bústøðum. Í stórbýum kring okkum, eru ásetingar um, hvussu nógv av nýggjum íbúðum eru almennir bústaðir. Hetta er fyri at tryggja, at tað altíð er eitt gott lutfall av bíligum og tryggum íbúðum við leiguprísum, sum ikki flýgur til himmals, so skjótt sum eftirspurningurin loyvir tí. Tíðin er komin til at fáa líknandi í verk fyri Tórshavnar kommunu.

 

Lendið er avmarkað, og hvørt ár missur náttúran búpláss

 

Lívmargfeldið er eisini í eini bústaðarkreppu, og mugu vit tí brúka lendið skynsamt við fyriliti at náttúruni. Vit eiga tí at stykkja sum minst út til sethús. Heldur eiga vit at hava fokus á raðhús og íbúðum av ymsum slag. Soleiðis varðveita vit sum mest av náttúru í kommununi og grannaløgum og skapa fjølbroyttari, fleiri og bíligari bústaðir uppá styttri tíð til tey mongu, ið leita eftir bústaði.

 

Men nýbygging tekur tíð. Tað krevur lendi, nakað sum vit ikki hava óavmarkað av.

 

Vit skulu tí vera betri til at gagnnýta teir bygningar, sum longu eru í dag. Teir, sum standa tómir ella sum kundu hýst fleiri húskjum.

 

Í dag eru strong krøv viðvíkjandi, nær eitt grundstykki kann verða deilt í tvey ella um tvíhús kann byggjast á einum gryndstykki. Hetta eru ásetingar, sum kommunan hevur heimild at gera nakað við og broyta. Samstundis eru fá ella eingi krøv um bústaðarskyldu, og ongar reglur fyri Airbnb við tí úrsliti, at íbúðir verða keyptar til at leiga út í stutt tíðarskeið, og at eyka trýst kemur á bústaðarmarknaðin. Kommunan eigur at fáa heimild til at seta ávísar reglur um Airbnb og líknandi stutttíðarleigur. Soleiðis ber eisini til at lætta um møguleikan at seta búgv her.

 

Nýggj heildarmynd fyri bústaðir innanfyri Ringvegin er neyðug

 

Heildarmyndin skal tryggja, at fleiri bústaðir koma til vega innanfyri Ringvegin, samstundis sum vit virða og varðveita nøkur av týdningarmiklu grønu økjunum og huglagið í býnum. Hetta er ein stór avbjóðing, og tí mugu vit fara til verka saman við fakkunnleikanum og hoyra borgarar í tilgongdini.

 

Bústaðartørvurin er stórur, og tað er eingin loysn, sum loysir allan bústaðartrupulleikan yvir nátt. Men fyri at loysa hesa avbjóðing á ein burðardyggan hátt, so mugu vit millum annað hyggja eftir omanfyri nevndu møguleikunum, soleiðis at vit eisini fáa tað sosiala og umhvørvisliga sjónarhorni við í bústaðarpolitikkin.

 

Vit mugu í felag tryggja okkum, at okkara borgarar hava ein góðan og tryggan bústað at liva og virka í í. Hesum fari eg at arbeiða víðari fyri í býráðnum.

 

 

 

Elsa Berg,

Valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu