Rove.me er er travel guide – ein vegleiðing til ferðandi, sum í mun til vanligar vegleiðingar til ferðandi leggur seg eftir at vísa á annarleiðis upplivingar og upplivingum serligar árstíðir.
Hesa ársins tíð eru sum verða man jóla-høgtíðin og nýggjárshald ovast á breddanum á heimasíðuni rove.me. Júst hesar dagarnar vísa tey á rove.me serliga til annarleiðis upplivingar á nýggjárunum.
Varpað verður ljós á nógv ymisk ferðamál, sum er serliga áhugaverd at vitja á ársins síðsta degi. Stórbýir sum Vancouver, Houston, Atlanta, Sidney, New York, Tokyo, Brussel, Porto, Las Vegas, Munchen, Washington, Madrid, Singapore, Honolulu, Bejing, London, og so framvegis.
Og millum allar hesar kendu stórbýir og kendu ferðamálini, er eisini Vágur og nýggjárshaldið í Vági, skrivar www.sudurras.fo.
Lesið meiri her.
Tað er eisini sjón fyri søgn, at talið av útlendskum vitjandi til nýggjárshaldið í Vági er vaksið ár um ár, og hevur nýggjárshaldið í Vági eisini fingið nógva umrøðu í altjóða miðlum, bæði í skrivandi miðum og í stórum sjónvarpsrásum.
Eins og undanfarin ár, er væntandi, at nógv fólk vitjað í Vági á nýggjárunum, bæði fólk við tilknýtið til Vág, føroyingar annars og ikki minst útlendsk vitjandi, sum leitað eftir einum minni fyri lívið, skrivar Suðurrás.
##med2##