Nýggjur fyrstilærari settur í Hvalvík

Malan Petersen er sett sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið skrivar soleiðis:

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Maluna Petersen í starv sum fyrstilærara í Hvalvíkar skúla frá 1 januar 2024 at rokna.

Malan Petersen er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2018, umframt at hava tikið ymisk viðkomandi skeið. Hon býr í Streymnesi og hevur undirvíst í Kvívíkar skúla hesi síðstu 6 árini. Umframt læraraútbúgving er Malan Petersen útlærd sum frisør og hevur havt egna fyritøku í 8 ár, áðrenn hon valdi at taka læraraútbúgving.

Malan Petersen hevur eitt skifti og eftir tørvi havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla.

 

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið