##med2##
Nýhugsan má til fyri at loysa ovurstóra tørvin á bústøðum. Bústaðir og privat byggja av øllum alvi, og tað munar. Men, vit hava kortini alt ov fáar bústaðir og bíligar íbúðir. Langar bíðirøðir nógvastaðni, og trupult ella ógjørligt at fáa fígging úti um landið.
Samstundis hava vit eina stóra passiva bústaðarmongd. Kanska heimsmet av lítið brúktum fermetrum í mun til fólkatalið. Ikki bert tóm hús. Men serliga hús, har eitt ella tvey fólk búgva. Børnini eru flutt heiman, og húsið fyllist einans, tá okkurt serstakt er. Fólk í mínum aldri og eldri, ið kundu hugsað sær nakað minni og hentari at búð í. At fáa lív í hesar óteljandi fermetrar, eigur at vera ein sentralur partur av tí at loysa bústaðarneyðina.
SMÆRRI EINDIR VIÐ FELAGS HØLUM
Nógvar familjur ynskja sær at búgva meira burðardygt og orkusparandi. At hava góðar umstøður til familjuna, uttan óneyðuga nógv pláss og orkunýtslu. Ein loysn er at byggja íbúðareindir, har eldri sum yngri, støk ella familjur, hava tey rúm, sum tørvur á í gerandisdegnum. Og síðani eru felagshølir, sum ein nýtir til givin høvi. Veitsluhøli, gestakømur, vaskirúm, verkstaður, høli til ítriv v.m. Har ættarlið kunnu búgva í sama umhvørvi, við teimum mongu fyrimununum, tað gevur. Bygging, sum er sosialt og umhvørvisliga burðardygg. Og sum er innrættað fyri rørslutarnað. Tá mong eru um fermetrarnar, verður prísurin fyri hvørja búeind munandi lægri.
Í dag er lítið eggjandi at selja síni stóru hús, tí vanligar íbúðir eru nærum eins dýrar og hús.
Land og kommunur eiga við sínum bústaðarpolitikki at raðfesta fremst bíligari og fjølbroyttari bústaðir. Kommunurnar eiga ábyrgdina at tryggja sínum borgarum tak yvir høvdið. Tær skulu kunnu ganga saman í samstørv – sínámillum, ella við Bústaðir og/ella við privat um ymisk sløg bygging. Og um ætlanir fyri, at gera virknar teir túsundtals fermetrarnir av góðum býli, sum í dag vera minimalt brúkt.
BYGGING KRING LANDIÐ
Tjóðveldi vil føra ein nýskapandi virknan bústaðarpolitikk. Neyðugt er, at geva kommunum fulla heimild at byggja almannagagnligar íbúðir og lutaíbúðir. Bústaðir skal aftur fáa frælsi at velja, nær tey byggja saman við kommunum og/ella privatum.
Møguleikin at fíggja bústaðir í útjaðaranum, skal bøtast munandi!
Okkara byggimynstur skal av álvara nýhugsast, so vit byggja grønari og betri fyri yngri sum eldri ættarlið.
Greinin við teldutalu er á www.tjodveldi.fo/bjort
X við E
Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi