Nýmótans  samferðsla við høgum tænastustøði

Vit hava miðvíst útbýgt okkara samferðslukrevi seinastu mongu árini. Í dag er meginparturin av okkara landið bundið saman við tunlum, ið ger at uppgávan hjá Strandferðsluni er nógv broytt. Færri sjóvegis farleiðir eru, og flutningstørvurin á landi er eisini broyttur munandi. Samstundis eru vit í ferð við at byggja eina ferðavinnu upp, ið skal verða í øllum landinum.

 

 

 

Alt hetta, eins og veðurlagskreppan og høgi prísvøksturin á bensini ger, at tað er enn meira viðkomandi at endurskoða mátan, ið vit ferðast til og frá arbeiðið, og runt í landinum annars.

 

 

 

Strandferðslan nýhugsast við greiðum langtíðarmálum

 

Strandferðslan og samferðsla í breiðum høpi skal nýhugsast. Tað er ikki nýhugsan at privatisera, ella at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag. Ístaðin skal ein ætlan leggjast har tænastan til borgararan er í miðdeplinum. Ætlanin eigur at verða samskipað við ferðavinnuna, so at bæði brúkari og vinna fáa sum mest burturúr.

 

 

 

Bygdaleiðir altíð stytstu leið

 

Vit skulu hava eitt trygt og dygt rutunet á landi, har atlit verður tikið til umhvørvið, soleiðis at Bygdaleiðir altíð koyra stytstu leið. Tað skal ikki verða sum nú, har Bygdaleiðir koyra uttanum tunnilin, um ein skal til Havnar úr Norðoyggjum og Eysturoy, og ferðin harvið gerst longri enn neyðugt. Túratalið má verða soleiðis, at tað eggjar fólki at seta bilin og taka bussin. Í dagsins støðu, við hækkandi bensinprísum, loysir tað seg at brúka buss. Fortreytin er, at tænastan er góð, skjót og trygg. Hetta kemur eisini umhvørvinum til góðar.

 

 

 

Vit skulu hava eina føroyska “Rejseplan”

 

Flest øll kenna skipanina Rejseplanen í Danmark, har tú kann finna tína ferð, síggja nær til ber at fara, og tú kann planleggja, at ferðast fram til málið, uttan at brúka bil.

 

Vit eiga at fáa eina føroyska rejseplan. Fortreytin er at undirstøðukervið, bussar og ferjur eru tøkar. Tað skal bera til at leggja ruturnar soleiðis at tær passa saman. Um tú kemur úr Suðuroy við Smyrli, so skal bussurin, ið tú skal brúka fyri at koma víðari, vera har tá ið tú kemur í land.

 

 

 

Missa vit útoyggjarnar verða vit øll fátækari

 

Okkara útoyggjar eru ómissandi perlur, og tí skal flutningurin til útoyggjarnar mennast. Hetta við tí fyri eygað at tað er liviligt á útoyggj, og at ferðavinnan kann blóma.

 

Skip, vegir og tunlar skulu viðlíkahaldast, og ein ætlan fyri hvussu vit endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni skal gerast. Akfør hjá Strandferðsluni skulu rekast við grønari orku.

 

 

 

Eyðgunn Samuelsen,

 

valevni hjá Javnðarflokkinum