Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Haldórsvík.
- Tað var ein húseigari, sum ringdi at boða frá innbroti, tí tá viðkomandi kom heim, var ein óboðin gestur, hann ikki kendi, í húsunum.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at tey sendu eina hundapatrulju til Haldórsvíkar, men fremmandi maðurin var sloppin sær á dyr, tá eigarin kom.
- Tá løgreglan kom norður, elti hundapatruljan eina slóð, sum hundarnir hildu seg hava funnið, og henda slóð endaði við eina á.
Vaktleiðarin leggur aftrat, at um onkur heldur seg hava sæð onkran í bygdini í Haldórsvík, sum fólk haðani ikki kenna, vilja tey gjarna frætta.
- Um hetta var innbrot ella ei, dugi eg ikki at siga. Tað framgongur ikki greitt í samdøgurfrágreiðingini, men nú verður málið kannað.
Lagt verður aftrat, at í løtuni er heldur ikki greitt, um óbodni gesturin hevur tikið nakað við sær úr húsunum.
Tað var annars beint eftir døgurða í gjár, at løgreglan fekk fráboðanina um óbodna gestin í húsunum í Haldórsvík.