Oddsini millum Ukraina og Føroyar eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Ukraina-Føroyar

Óli Mittún í dysti móti Ukraina í fjør

Sunnudagin klokkan 13 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti annan EM-undankappingardystin í bólki 6. 

 

Dysturin verður á útivølli móti Ukraina. Orsaka av syrgiligu støðuni í Ukraina verður dysturin leiktur í Vilnius í Litava.

 

Ukraina hevur higartil vunnið seks kappingardystir móti Føroyum, men seinast liðini hittust í høllini á Hálsi 26. apríl í fjør vunnu Føroyar ein greiðan 33-26 (17-12) sigur á Ukraina.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.

 

Miðaloddsini upp á ukrainskan heimasigur eru 2,01.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,32.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 2,09, so oddsini eru næstan jøvn. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Óli Mittún í dysti móti Ukraina í fjør