Norska uttanríkisáðið sigur í dag, at sambært upplýsingum frá amerikanska uttanríkisráðnum, sum ísraelskir miðlar endurgeva, kann øktur vandi vera fyri iranskum álopum á Ísrael teir næstu dagarnar.
- Støðan í Ísrael er álvarslig, og tað er trupult at siga, hvat kann henda. Tí verður heitt á norskar ríkisborgarar um at dagføra seg um støðuna í lokalum miðlum, taka egin trygdaratlit og fylgja ráðnum frá myndugleikunum.
Norska uttanríkisráðið ávarar um, at marknaøkini, Egyptaland og Libanon, eisini kunnu vera vandamikil.
- Trygdarstigið í Ísrael er økt - í fyrsta lagi í økjunum nærindis Gazageiranum, men eisini við Golan-heyggjarnar við markið til Syria.
Eitt amerikanskt tænastufólk hevur áður upplýst yvirfyri Reuters, at USA væntar, at Iran fer at fremja hevndarálop móti Ísrael.
Hevndarálopið er væntandi eftir álopið á iransku sendistovuna í Damaskus hin 1. apríl.
Iran leggur Ísrael undir at hava framt álopið, sum legði sendistovuna í oyði og tók lívið av sjey limum í iransku kollveltingarhirðuni.