Okur hava fingið nokk av Fólkaflokksprivatiseringum!

Tað ljodar so herligt: ALT skal privatiserast og fult gjøgnumskygni skal vera, hetta, tí marknaðurin krevur tað o.s.fr.... Hetta hava okur hoyrt hesi seinasti, alt ov longu, 3 árini, har Fólka-, Sambands- og Miðflokkurin hava myndað eina løgna trio í Tinganesi og á Løgtingi.

 

Okur hava m.a. sæð teirra projektir við Posta og Bústøðum, har úrslitið hevur verið fiasko oman á fiasko, við forfylging av starvsfólkum og forðing av húsabygging.

 

Okur skulu verja og menna folksins stovnar: SEV og so mítt hjartabarn, Strandferðsluna, lívæðrin hjá suðuroyingum, sum hvønn dag roynir at reka eina tænastu i heimsflokki.

 

Lagnurnar hjá hesum røsku starvsfólkum skulu ikki avgerast á rokniørkum hjá sokallaðum smørtum búskaðarfrøðingum i Tinganesi og yvirbetaltum advokatum.

 

Nei, stúrið ikki! Tað verður ongin privatisering av Strandferðsluni!

 

Okur skulu ikki avreiða alt grundarlagið undan samferðsluni til nøkur fá at ríka seg upp fyri, alt ímeðan útjaðarin skal liva í óvissu um prísstøðið og reglusemi í samferðsluni!

 

X við

 

X við Bjarna Hammer