37 ára gamli serbin, Novak Djokovic og 21 ára gamli spaniumaðurin, Carlos Alcaraz spældu eina episku finalu í einmansleiki í tennis á olympisku leikunum í París.
Hóast talan bert gjørdist um tvey sett, so gjørdist talan um tvey minnilig sett, har bæði Djokovic og Alcaraz vístu spæl á sera høgum støði.
Novak Djokovic vann finaluna 2-0 aftaná tveir tiebreak´arar við settmuninum 7-6 og 7-6. Í báðum tiebreak´arunum var Djokovic kaldari, og tað koppaði gullið til hann.
Fyrra tiebreak´aran vann Djokovic 7-3, og seinna tiebreak´aran vann Djokovic 7-2.
Novak Djokovic, ið hevur vunnið 24 Grand Slam heiti hevur ongantíð verið so ovurfegin fyri eitt heitið, sum hann var í París í dag fyri at vinna gull á olympisku leikunum aftaná fýra miseydnaðar royndir á undanfarnu olympisku leikunum.
Novak Djokovic stríddi seg framvið fleiri forðingar og áskoðarapláss fyri at koma upp til síni nærmastu at feira sigurin. Ein ótrúliga rørandi løta.
Novak Djokovic er nú eisini limur í einum heilt serligum klubba við tennisleikarum, ið hava vunnið bæði Australian Open, Roland Garros, Wimbledon, US Open og olympiskt gull.
Steffi Graf, Serena Williams, Rafael Nadal og Andre Agassi kunnu nú heilsa og bjóða Novak Djokovic at vera vælkomnan í klubban, nú tey eru fimm í søguni sum hava megnað hetta bragdið.