Mánadagin kendi havnarmaðurin úr Gøtu, Óli Jacobsen, 80 ár

Óli Jacobsen áttati ár

Heilsan til starvs­fel­aga okkara Óla Jac­­obsen á 80 ára føð­ing­ardegnum

 

Mánadagin kendi havnarmaðurin úr Gøtu, Óli Jacobsen, 80 ár

Í dag, mánadagin 21. august, fyllir Óli Jacobsen 80 ár. Vit í Miðla­­hús­inum hava havt stóra gleði av at hava Óla í­­mill­um okkara, síðan hann byrj­­aði at skriva siðsøguligt til­­far til Sosialin. Hann býr í grann­a­­lagnum og skrivar heima, men kemur hvørja viku inn á redaktiónina við mynd­um og øðrum til­fari. Tá fæst altíð eitt hugaligt prát. Hóast Óli hevur skriv­að mangt lesarabræv og við­merk­ing­ar í Sosialinum ta tíð­ina, hann var formaður í Fisk­i­mannafelagnum, so byrj­aði siðsøguliga skriv­ingin í FF-blað­num.

 

Óli hevur altíð okkurt á­­hug­­­a­vert at práta um og hev­ur stóran áhuga fyri sín­­um med­menniskjum. Hann veit alt um fólk og fam­iljur. Tá nýggj fólk koma í húsið, er hann bein­an­veg­in á­hug­að­ur í hvørji tey eru, familju o.s.v. Hann hevur nógvar trúgv­­ar lesarar um alt land­­ið, og hevur hann vakt á­huga mill­­um fólk fyri tí søg­u­liga. Hann hevur sett lív í gamla kirkj­u­­garð í Havn við sínum á­hug­a­verdu grein­um, sum all­ar eru at fínna á heima­síðu hans­ara og undir “Tal­gild­ir kirkj­u­garðar” hjá Tórs­havn­ar Komm­unu.

 

Meðan hann skrivar til Sos­i­­­alin hvørja viku, er hann sam­­s­tundis í gongd við at onkra bók. Hann hev­­ur giv­ið fleiri bøkur út um t.d. Elsu Jacobsen, ið var trú­boðari í Ethopia, dag­­bók­­ina hjá Petur Al­berg, end­ur­minningar hjá Annu Evensen, bøkur um J. F. Kjølbro, Njál Djur­huus og Krist­ian Djur­huus, kvinn­u­søg­­ur um gerandislívið í 20. øld, bókin “Havið tók teir” og søgan um Dollan, havn­­a­r­mannin sum broytti heims­­søguna.

 

Uttan Óla høvdu vit ver­ið nógv fátækari sum tjóð hvat tí mentanarliga og søguliga viðvíkur.

 

Óli varð føddur í Kal­und­borg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við foreldrum og systkj­um til Norðagøtu at búgva. Átta ár seinni fór hann til skips við slupp, og júst fiski­­skap­urin hevur fylt nógv í lívinum hjá Óla.

 

##med2##

 

Í 1966 kom hann í nevnd­ina í Før­oya Fiski­mann­a­fel­ag, har hann síðani sat sum for­­maður frá 1971 – 2007, við und­­an­taki av ein­um góð­um ári sum lands­stýr­is­­mað­ur. Óli sat á tingi frá 1994 – 1998 fyri Verka­mann­a­fylk­ing­i­na – eisini eitt skifti fyri Javn­að­ar­flokk­in í 1979. Sum for­maður í Fiski­mann­a­fel­ag­num var hann eisini blað­stjóri á FF-blaðnum.

 

Óli hevur ongantíð havt koyr­ikort og heldur ong­an­tíð koyrt bil. Hóast konan og børnini hava koyrikort, og bilur er í húsinum, hevur hann ongantíð havt ætlanir um at taka koyrikort.

 

Óli Jacobsen er giftur við Kirst­in f. Nielsen av Eiði. Tey eiga børnini Lindu, Kára, Óli Jákup og Trónd um­framt ommu- og abba­børn.

 

Vit ynskja Óla hjarta­­liga tillukku við føð­in­g­ar­deg­num.

 

 

 

Starvsfelagar í Miðlahúsinum

 

Mánadagin kendi havnarmaðurin úr Gøtu, Óli Jacobsen, 80 ár

Einaferð eydnast at lokka Óla at seta seg við rattið í einum bili – og hetta er einastu ferð, hann hevur gjørt tað