Eitt forvitnisligt orkukvøld - tiltak um orkusparing - verður í Høllini í Norðurlandahúsinum mikudagin 24. apríl klokkan 19, og væntandi varir tiltakið til umleið klokkan 21.30. Hetta er eitt ókeypis kvøld men neyðugt er við tilmelding, sum kann gerast um heimasíðuna www.nlh.fo
– Vit fara at hoyra um nútímans húsabygging, har dentur verður lagdur á orkubrúk og inniumhvørvið. Tá tosað verður um nútímans húsabygging er neyðugt við nýhugsan - nevniliga, hvussu byggja vit eini nútímans og vælbjálvaði hús og samstundis fáa eitt gott inniumhvørvi, uttan fukttrupulleikar og blámusopp.
Ber til at sniðgeva eini slík hús, soleiðis at vit spara enn meiri orku?
Á skránni á orkukvøldinum verða fýra áhugaverdar framløgur, har møguleiki er at seta spurningar millum framløgurnar. Framløgurnar fara at snúgva seg um nýbygging og umbygging, umframt hvørji krøv eru galdandi.
– Haraftrat, sum nakað nýtt, fara vit at hyggja eftir veruligum dømum úr Føroyum, har tú og eg koma at síggja, hvar stóru upphæddirnar eru at spara, umframt hvat hetta merkir fyri inniumhvørvið, siga stigtakararnir, sum annars vísa til skránna fyri orkukvøldið, sum eisini kann lesast um heimasíðuna - www.nlh.fo
Orkukvøldið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Áhugabólkin "Grøn Orka - Bygningar og Framleiðsla".