Tað segði aðalskrivarin í DanChurchAid Jonas Nøddekær í dag.
- Vit vita, at tað eru børn og vaksin, sum verða rakt av ósprongdum bumbum og rakettum, tá tey flyta seg gjøgnum oyðimørkini av heilt ella lutvíst oyðiløgdum bygningum.
Sambært aðalskrivaranum snýr tað seg um at skapa tryggar leiðir, sum teir upp til 600 lastbilarnir av neyðhjálp um dagin kunnu brúka.
Hann væntar, at teir fyrstu lastbilarnir við neyðhjálp fara at rulla tvørtur um markið úr Gaza, samstundis sum vápnahvíldin kemur í gildi sunnumorgunin.
/Ritzau/