Tað verður eingin føroyskur tennisleikari í fjórðingsfinalunum í einmansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey.
Pætur M. Dahl mátti í áttandapartsfinaluni móti Louis Keenan úr Jersey gevast vegna skaða.
Nicholas Thor Lind Petersson spældi móti Stuart Parker úr Jersey, ið er styrkismettur ovast í kappingini.
Nicholas tapti dystin 0-2. Settmunurin var 2-6 og 0-6.
Í tvímansleiki taptu Jón Brekku og Pætur M. Dahl 0-2 í áttandapartsfinaluni fyri Ogier og West úr Guernsey. Settmunurin var 0-6 og 1-6.
Ingi Højsted og Hjalti Mohr Jacobsen skulu spæla móti Parker og Weaver úr Jersey í áttandapartsfinaluni. Parker og Weaver eru styrkismettir ovast í kappingini.