Føroyar hava fingið enn eitt heiðursmerki úti á skjótibreytini á oyggjaleikunum á Guernsey.
Alex Johannesen vann gull í kappingini, ið nevnist Automatic Ball Trap.
Alex vann kappingina við 127 stigum, bert eitt stig frammanfyri Juan Bosch av Minorka.
Robert Watterston av Oynni Man vann bronsu við 116 stigum.