Føroyar hava vunnið seg í finalurnar í tvímansleiki í badminton hjá bæði monnum og hjá kvinnum.
Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj vunnu seg í finaluna við 2-1 sigri á Elena Johnson og Chloe Le Tissier. Settmunurin var 23-25, 21-15 og 21-13.
Bjarnhild og Sanna møta Kimberley Clague og Jessicu Li í finaluni. Tíverri fingu vit ikki eina føroyska finalu, tí Clague og Li vunnu 2-0 á Mirjam í Grótinum og Miu Thorkildshøj í hálvfinaluni. Tær vunnu so tepurt sum 21-19 og 23-21.
Men Mirjam og Sanna hava so vunnið Føroyum eina bronsu í tvímansleiki.
Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen vunnu seg í finaluna við einum 2-0 sigri á Stuart Hardy og Jordan Trebert. Settmunurin var 21-12 og 21-17.
Í einmansleiki hjá kvinnum tapti Miriam í Grótinum í hálvfinaluni 0-2 fyri Saru Jacobsen úr Grønlandi, ið fekk hevnd fyri tapið í finaluni í liðkappingini. Settmunurin var 18-21 og 14-21.
Mirjam hevur sostatt vunnið bronsu í einmansleiki.
Í einmansleiki hjá monnum tapti Magnus Dal Christiansen í hálvfinaluni 0-2 fyri Jens Frederik Nielsen úr Grønlandi. Settmunurin var 13-21 og 10-21.
Í einsmansleiki hjá monnum tapti Jónas Djurhuus í hálvfinaluni 1-2 fyri Jordan Trebert úr Guernsey. Settmunurin var 13-21, 21-19 og 14-21.
Magnus og Jónas hava sostatt vunnið hvør sína bronsu í einmansleiki.
Í morgin byrjar kappingin í blandaðum tvímansleiki.