OYL 23: Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin hjá Henriettu

Í morgin byrja kappingarnar í tvímansleiki í borðtennis

Mynd: Borðtennissamband Føroya

Besta úrslitið í einmansleiki hjá føroyska borðtennishópinum á oyggjaleikunum á Guernsey gjørdist fjórðingsfinalan hjá Henriettu Nielsen.

 

Henrietta sum er styrkismett sum nummar fimm møtti í fjórðingsfinaluni Alice Edwards, ið er styrkismett sum nummar trý.

 

Henrietta tapti dystin 2-4. Settmunurin var 4-11, 4-11, 11-8, 5-11, 11-6 og 7-11. 

 

Durita F. Jensen tapti í áttandapartsfinaluni 0-3 fyri Marinu Donner úr Álandi, ið er styrkismett sum nummar eitt. Settmunurin var 6-11, 4-11 og 3-11. 

 

Albert Weihe Wolfsberg tapti í áttandapartsfinaluni 0-3 fyri George Downing av Oynni Wight. Settmunurin var 8-11, 5-11 og 4-11.

 

Fróði F. Jensen tapti í áttandapartsfinaluni 0-3 fyri Garry Dodd úr Guernsey. Settmunurin var 7-11, 9-11, 4-11.

 

Í morgin byrja kappingarnar í tvímansleiki. 

 

Mynd: Borðtennissamband Føroya