Tað vera stórar løtur fyri føroyskt badminton á oyggjaleikunum á Guernsey millum klokkan 12 og 15 í dag.
Klokkan 12 spæla Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen finalu í tvímansleiki hjá monnum móti Albert Navarro Comes og Eric Navorro Comes.
Klokkan 13 spæla Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj finalu í tvímansleiki hjá kvinnum móti Kimberley Clague og Jessicu Li av Oynni Man.
Klokkan 14 verður nevnliga ein rein føroysk finala í kappingini í blandaðum tvímansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey.
Finalan kemur at standa millum Fai Yin Wong og Miu Thorkildshøj øðrumegin netið, og Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen hinumegin netið.
Miðlahúsið verður til finalurnar.