OYL 23: Guernseybúgvi er í føroyskum oyggjaleikajakka frá 1989

Hoyr ljóðsamrøðu við Peter de Bertrand, ið rann marathon á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989

##med2##

 

Tá vit komu til kappingarøkið hjá vegasúkklarunum í dag heilsaði ein blíður Guernsey-búgvi okkum. Tað vísti seg, at maðurin var í einum føroyskum oyggjaleikajakka frá 1989. Peter de Bertrand, ið búði hjá familjuni Olsen í Saltnesi undir oyggjaleikunum, og sum rann marathon minnist sera gott aftur á oyggjaleikirnar í Føroyum, og okkum til heiðurs er hann í føroyska oyggjaleikajakkanum frá 1989. Hann var eisini í jakkanum seinast oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 2003.

 

Miðlahúsið bandaði eina samrøðu við Peter de Bertrand, ið hoyrist á ljóðfíluni omanfyri. 

 

Peter de Bertrand minnist hvussu dramatisk lendingin var við flogfarinum. Hetta var í døgunum áðrenn flogvøllurin bleiv longdur. Hann minnist hvussu fantastiska ljóst tað var, og hvussu hugtikin hann var av, at veðrið skifti so skjótt. Hann flenti tá hann fortaldi frá, at ein marathon-rennari úr Orknoyggjum kom úr Havn inn á Toftir við strandfarabátinum, og fór í land fyri beinavegin at taka lut í marathon-renningini.

 

Peter de Bertrand greiðir eisini frá, at hann át nógvan góðan fisk undir leikunum, men tað var rættiliga torført at fáa fatur í øli. Hetta var trý áðrenn rúsdrekkalógin var broytt. 

 

Peter de Bertrand minnist hvussu fantastiska góður marathon-rennari Absalon Hansen var, og hann ætlaði beint oman á bogaskjótibreytina fyri at heilsa upp á Absalon, tá súkklukappingin var liðug. 

 

##med3##

 

##med4##

 

Samrøða við Peter de Bertrand

Samrøða við Peter de Bertrand